Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Liðkappingin vend á høvdið í ár

Liðkappingin koyrir nú á triðja ári, og hon er veruliga við til at kasta eyka spenning á TF Vetrarkappingina. Skal títt lið hava møguleika at vera við í toppstríðnum, er avgerandi neyðugt at møta so væl upp sum yvirhøvur gjørligt. Og skalt tú við á besta liðið hjá tínum felagi, er eins umráðandi at møta væl upp.

Í fjør var stórur spenningur millum kvinnuliðini hjá Hvirluni og Bragdinum. Eftir 2. umfar undir Kerjum legði Hvirlan seg greitt á oddda. Bragdið fekk so etið seg nakað inn á Hvirluna seinastu umførini, men Hvirlukvinnurnar vóru sera drúgvar og vunnu liðkappingina í fjør.

Í ár er viðvent í holuni. Bragdið hevur fingið eitt fitt hol niður til Hvirluna, og tær tríggjar Duruta á Lofti, Krista Nielsen og Ann Thomsen ætla ikki at lata leiðsluna frá sær. Skuldi onkur teirra fingið forfall, er eisini Beinta Hoydal Joensen klár at hjálpa liðnum.

Rigmor N. Arge og Birna Mohr Joensen eru toppskorar hjá Hvirluni. Bæði Paula Mohr og Adelaid Kirke hava mist eitt umfar, og hetta sæst eisini aftur í aktuellu støðuni.

Bragdið 2 liggur væl fyri at vinna bronsumerkini, men við 47 ella 50 stigum í hvørjari kapping til Rebekku Fuglø, kann hugsast at Treysti kann taka bronsuna frá Bragdinum 2.

Liðkapping kvinnur

 

Eisini hjá monnunum er viðvent í holuni, eftir at Bragdið vann rímuliga tryggan sigur við Treysti aftanfyri. Í ár hava ungu Treystadreingirnir Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen og Gunnar Sivertsen veruliga fingið fatur á langa endanum, og eru farnir næstan 60 stig fram um Bragdið. Hjá Bragdinum hava teir tríggir, Sam Vang, Henry Olsen og Niels Poulsen allir mist eitt umfar. Hetta hevur kostað Bragdinum í samlaðu støðuni. Eirikur Hansen er toppskorari hjá Bragdinum, og hevur Martin Gravesen og Rógva Kárason við á liðnum.

Eisini í kappingini um triðja plássið eru tað Bragdið og Treysti, sum liggja best fyri við teirra næstbestu liðum. Men við góðum úrslitum seinastu umførini, kann eisini Roysnið koma og gera seg galdandi. Tað hava vit sæð fyrr.

Liðkapping menn

 

Skal spenningur koma aftur um fremstu plássini, skulu bæði Hvirlukvinnur og Bragdarmenn standa seg væl í næstu kapping, sum verður leygardagin, tá FM í lendisrenning verður í Hoydølum. Studentaskúlin verður karmur um TF VK5.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar