Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

TF VK-6 verður á Fossánesi leygardagin

Leygardagin 20. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár verður fyriskipað á Fossánesi.

Hetta er níggjundu ferð at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Hesuferð fer renningin aftur fram á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.

Veðrið hevur ofta havt ein stóran leiklut við í spælinum, tá kappingin hevur verið norðanfyri. Har hava rennararnir uppliva storm og flóð, oysandi regn, kavarok og stilli og sólskin. Seinasta ár var bæði sól, vindur og kuldi.
 
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -1999) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1961-1970) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1960 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1995-1999) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2000-2004) – umleið 4 km
Aftur í ár verður runnið runt um Skúlan á Fossánesi. Ein rundteinur, sum er umleið 2 km. Vaksin renna fýra umfør og gentur/dreingir renna tvey umfør.
 
Startur og mál verða á sama stað, sum tá Fossánes Renningin er. Tvs. niðri á Fossávegnum beint áðrenn brekkuna niðan til skúlan.
 
Runnið verður niðan um skúlan, oman aftur á Fossávegin norðanfyri, so norður eftir gamla Fossávegnum og beint áðrenn ánna, (tvs. sunnanfyri ánna) verður runnið gjøgnum bøin og niðan á Múlavegin gjøgnum porturi, sum er har. Harfrá verður runnið heimeftir til landsvegin omanfyri Norðdepli, oman til ljóskurvina og norður eftir Fossávegnum aftur til málið.
 
 
 
 
Rutan (GG: myndin er frá seinasta ár, og tí stendur VK-5!) 
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin er fríggjakvøldið 19. februar kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start, men tá er kostnaðurin kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn!
Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað.
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.

Myndir

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar