Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Afterparty eftir TF Stórkapping leygardagin

Eins og undanfarnu árini fara vit aftur í ár at skipa fyri sonevndum after-party aftaná triðja og seinasta umfar av TF Stórkappingini, sum verður næsta leygardag. Nógv stig eru at telja saman og nógvir bólkar skulu gerast upp, og tí er tað altíð blivið ov leingi at bíða uppi á Tórsbreyt, til alt er klárt við handan av steypum og heiðursmerkjum.

Vit fara tí at handa steyp og heiðursmerki úti á Næmingaheiminum við Marknagilsdepilin klokkan 18.00 næsta leygarkvøld. Tá handanin er liðug, verður farið  til borðs, har borðreitt verður við ungdómsbuffet. Tey, sum bara vilja vera við til handanina, skulu ikki melda til.

Tey sum vilja vera við til døgverðan skulu melda til her undir tilmeldingum. Foreldur, systkin og sjálvandi íðkarar og venjarar eru øll vælkomin. Døgverðin kostar 50 kr. fyri hvønn og goldið verður við dyrnar.

Heiðursmerki fyri kast, lop, spurt og miðtein í hvørjum bólki skulu býtast út. Umframt tað er steyp til teir íðkarar í bólkunum frá 8-9 ár upp til 14-15 ár, sum hava fingið flest stig tilsamans í øllum kappingum.

Afterparty
Nógv verður at handa, so gott verður við einum bita aftaná. Hvirlan tók hesa myndina av skreytinum í fjør.

Á matarlepanum eru hesir køldu rættirnir:

  • Salat- og pastabuffet
  • Høsnarungabringa, strimlar
  • Skinka, strimlar

Og hesir flógvu rættirnir:

  • Lasagna
  • Chicken hot wings
  • Hakkibúffar
  • Várrullur
  • Eplabátar

Omaná er kaffi og skuffukøka.

Freistin at melda til after-party er mikukvøldið á midnátt.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar