Leygardagin og sunnudagin 20. og 21. august verðu FM á breyt fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Kappingarnar leygardagin byrja klokkan 11.30 og halda á til 14.30. Tá verður Tórsbreyt kollrend av 1.500 konufólkum, sum skulu luttaka í Kvinnurenningini. Sunnudagin verður byrjað klokkan 13.00 og vit vænta at seinastu heiðursmerkini verða handað klokkan 16.00

Spennandi kapping her á 100 m frá FM í 2015. Í ár verður enn meira spennandi. Hvør verður Føroya spurtdrottning í 2016? Margit? Alda? Hildur? Elisabet? Ella onkur heilt onnur? Og fáa vit nýtt føroyskt met?(mynd: Hvirlan)
Tilmeldingin hevur ligið úti nakrar vikur, og seinasta freist fyri tilmelding er sett til týskvøldið á midnátt. Tíðarætlanin verður gjørd mikukvøldið og kemur á heimasíðuna hósdagin. Kappingarnar hvønn dagin verða hesar:
Leygardag:
100 m, 400 m, 800 m, 5.000 m, 400 m rimarenning, longdarlop, klingrukast, sleggjuvarp og 4 x 100 m
Sunnudagin:
200 m, 1.500 m, 100/110 m rimarenning, 3.000 m forðarenning, trístøkk, hæddarlop, kúluvarp, spjótkast og 4 x 400 m
Tað er frítt hjá øllum at luttaka. Tó skulu allir luttakarar vera føddir í 2001 ella fyrr. Tilmelding verður gjørd undir “tilmelding” her á síðuni.
Luttøkugjald er 30 krónur fyri hvørja kapping. Rokning verður send til felagið. Luttakarar, sum ikki eru í felagi, gjalda kontant áðrenn kappingarbyrjan.
FÍF vónar at luttøkan verður so góð sum gjørligt. Jú fleiri vit eru, betur verða kappingarnar, og stuttligari er hjá áskoðarunum.


You must be logged in to post a comment.