Tilmeldingin til Vágar ½ maraton hevur tikið øll á bóli, og nú luttakaratalið er komið uppá 300, hava fyrireikararnir stongt fyri fleiri tilmeldingum. Tað verður ikki hildið vera ráðiligt, at fleiri enn 300 fólk skulu koyrast til Gásadals.
Tað ber tó enn til at melda til heilsurenningina, sum verður av flogvøllinum til FK í miðvági.
Hetta er aðru ferð seinastu tríggjar mánaðirnar, at ein rennikapping er fullteknað.
Tað skuldu verið góð tekin fyri Vetrarkappingina.



You must be logged in to post a comment.