Sunnudagin møta vit í góðari tíð, so at skrúðgongan kann byrja klokkan 12.30 og kappingarnar stundisliga klokkan 13.00
Dómarauppgávurnar í morgin eru býttar soleiðis:
Spjótkast: Svend Åge (dómari) Jákup Símun, Hans Andreas, Helgi, Margreta. Axel og Jákup loysa av.
Kúluvarp: Eyðun (dómari) Anna, Olga. Randi loysir av.
Longdarlop: Andreas (dómari) Borgar, Mary Joy, Sunneva, Astrid.
Hæddarlop: Jorie (dómari) Ann. Og síðan Gunnvá (dómari) Annfinn S.
Startdómari er Niels Jákup, við telduna er Rógvi, vindmátari er Regin, við mikrofonina Steingrímur og Hallur, úrslitauppheingjari er Ingilín, ábitinum stendur Borgarhjørt fyri og heiðursmerkjunum hevur Rigmor ábyrgdina av.
Kappingin í klingrukasti hjá gentum og dreingjum 14-15 ár kundi vegna nógva vindin ikki avgreiðast leygardagin. Vit fara at hava kappingina hjá dreingjunum klokkan 13.50 og hjá gentunum klokkan 15.50.
Startlistar koma at hanga á uppslagstalvuni.
Vit møtast í felagsbúnunum í góðari tíð til skrúðgonguna klokkan 12.30.
PDF útgáva: FMung2016tidaraetlanSUN



You must be logged in to post a comment.