Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

TF VK2 – Kerjarenningin verður leygardagin

Leygardagin 19. november bjóðar Hvirlan til 2. umfar av TF Vetrarkappingini, sum verður runnið undir Kerjum. Renningin fer fram í sambandi við tiltakið “Náttúrurenning við Kerjar”, sum Hvirlan nú skipar fyri á fimta ári. Renningin byrjar klokkan 13.00 á parkeringsøkinum við Hotel Føroyar. Skipað verður fyri felags upphiting undan startinum.

Kerjar upphiting
Øll plaga at svinga við til upphitingina

Teinurin sum skal rennast er 10,3 km, og er tann sami vit kenna frá undanfarnum árum. Børnini renna eisini sama teinin tey plaga, 1,5 km. Umframt at hetta er 2. umfar av TF Vetrarkappingini, er hetta samstundis eitt rennitiltak fyri familjur. So umframt hesar báðar teinarnar, ber eisini til at velja ein 5,5 km tein, sum tó ikki er partur av TF Vetrarkappingini. Renniteinarnir síggjast á heimasíðuni hjá Hvirluni – www.hvirlan.fo

Á máløkinum bjóðar Hvirlan heitt kakao og bollar. Eisini verður drigið millum allar luttakararnar um hesar vinningar:

  1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við sjálvtøkuborið í Gras og morgunmati.
  2. Gávukort frá Barbaru
  3. Gávukort frá No12
  4. 2 gávukort frá Intersport til renniskógvar
  5. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kogabrúnni
  6. Tjógv
  7. Gás
  8. 3 sápuvinningar frá Kemilux

Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.

Tey, ið hava meldað til innan 5. november, kunnu heinta blusur í Thomas Dam Intersport fríggjadagin 18. november frá kl. 15 til 18. Tey sum skulu renna við í TF Vetrarkappingini kunnu eisini heinta startnummar í sama tíðarskeiði.

Leygardagin verður møguleiki at heinta startnummar og melda til frá kl. 11.30 í Kerjalon.

Tilmelding fer fram her. Tilmeldingin er galdandi, tá goldið er.

Tað er ikki nóg mikið, at melda til á hesi síðuni hjá FÍF undir tilmeldingum, men tit hjálpa væl til um tit gera tað afturat tilmeldingini, sum víst verður til.

Tey, sum renna uttanfyri felag, og møguliga eisini hava runnið uttan felag í fyrsta umfari Runt Agnið, men sum fegin vilja vera við og savna stig saman í TF Vetrarkappingini, hava ein seinasta møguleika at tekna seg sum lim í einum av feløgunum í sambandi við hesa renningina. Tey fáa tá stigini við sær, sum tey hava vunnið Runt Agnið.

Kerjar Eirikur1 Dánjal Dahl Ljósheim Kerjar
Eirikur Hansen vann Kerjarenningina í fjør – Dánjal Dahl Ljósheim vann dreingjabólkin í fjør, men rennur nú við mansunglingum á langa teininum. Hann er sterkasta kortið hjá Hvirluni á mannfólkasíðuni. 

 

 

 

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar