Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

55 føroyingar dystast í Reykjavík

So var Stórmót IR aftur her. Stóra innandurakappingin, sum IR úr Reykjavík skipar fyri, og sum føroysku feløgini nú í fleiri ár hava havt sum fast mál at fara til. Í 2007 fór FÍF við einum fýramannahópi til hesa kapping. Fram til 2010 var ungdómslandsliðið við í hesi kapping, men síðani tá hava Hvirlan, Bragdið og Treysti hvør í sínum lagi vælfartað til hesa størstu innandurakapping í Íslandi.

Og í ár eru omanfyri 55 luttakarar við í kappingunum. Bragdið hevur 27, Hvirlan hevur 16 og Treysti hevur 13 luttakarar við. Harumframt eru eisini venjarar, leiðarar og fleiri foreldur við, so alt í alt eru umleið 80 farin vestur um í sambandi við Stórmót IR.

Bragdið Stórmót 2017
Ferðaliðið hjá Bragdinum avmyndað seinnapartin í dag, tá tey komu uppá pláss á vallaraheiminum í Laugardalinum. (mynd: Bragdið)

Fyrstu kappingarnar við føroyskari luttøku verða klokkan 10.20 leygarmorgunin, og so verður hildið til langt út á seinnapartin. Sunnumorgunin halda kappingarnar fram, og enda so seinnapartin sunnudagin.

Formaður FÍF’s er eisini við í Íslandi, og fer at kunna so frægt, sum til ber. Antin her, ella umvegis facebook-síðuna hjá FÍF.

Treysti Stórmót 2017
Hópurin hjá Treysti avmyndaður seinnapartin. Tey hava verið her alla vikuna, og hava havt venjingar hvønn dag í stásiligu høllini í Hafnafirði. (mynd: Treysti)

IMG_0505
Spentar Hvirlugentur við viðførisbandið í Keflavík

Vit hava tíverri enn onga mynda av hópinum hjá Hvirluni, men hon man fara at koma seinni.

FÍF ynskir øllum føroyingunum bestu eydnu komandi dagarnar.


Her var so felagsmyndin hjá Hvirluni

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar