Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Petur Mittún aðalskrivari í ÍSF

Í dag var móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum hjá ÍSF. Av teimum mongu umsøkjarunum fall valið á KT-leiðaran hjá Tórshavnar Kommunu, Petur Mittún. Petur er serliga kendur sum hondbóltsleikari, har hann eitt skifti spældi í bestu donsku deildini. Seinnu árini hava vit sæð hann standa á odda fyri besta mansliðnum hjá H71

Petur Mittún
Petur Mittún avmyndaður við heiðurskáp ÍSF’s

Nógvar og spennandi avbjóðingar liggja í nýggja aðalskrivarstarvinum. Ein tann mest spennandi uppgávan verður aftur at fáa Føroyar sum vertsland á oggjaleikum, og mett verður, at 2023 kann vera eitt gott boð.

Vit í FÍF ynskja Petur Mittún hjartaliga tillukku og góða eydnu við starvinum, og við vón um gott samstarv.

ÍSF forsetar 1
Seks ÍSF-forsetar: Aftast f.v.: Petur Elias Petersen, Heðin Mortensen og Sølvi Reinert Hansen. Fremst f.v.: Jógvan Arge, Elin Heðinsdóttir og Líggjas Joensen.

Hetta var ein stórur dagur hjá ÍSF og nógv vóru møtt at bjóða Peturi vælkomnan. Hendan søguliga myndin av einum núverandi og fimm fyrrverandi ÍSF-forsetum fekst í kassan beint undan heimferð. Slíkt er aldrin hent áður.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar