Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Stórkappingin byrjar leygardagin

Leygardagin klokkan 11.00 byrjar Stórkappingin, sum FÍF skipar fyri saman við feløgunum. Tað verða sum vanligt tríggir kappingardagar, og hvør aldursbólkur hevur fýra kappingargreinar hvønn dagin.

Til kappingina á Tórsbreyt leygardagin verður kappast soleiðis:

  • Gentur og dreingir -7 ár: 40 m
  • Gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m, 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 100 m, 600 m, bólkast og hæddarlop
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 100 m, 600 m, klingrukast og hæddarlop
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
  • Kvinnur og menn +20 ár: 100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk

Kappingarnar byrja klokkan 11.00, og verður tað Bragdið, sum er vertur fyri fyrstu kappingina. Tilmeldingin liggur klár, og meldast skal til í seinasta lagi týskvøldið klokkan 23.00. Hetta er ein nýggj tilmelding, har til ber at gera allar tilmeldingarnar í somu umbering. Gevið gætur, at tit upplýsa rætta føðiárið.

Tað er ókeypis at luttaka í Stórkappingini, sum í sambandi við nýggju stuðulsavtaluna hjá FÍF kemur at bera heitið “Betri Stórkappingin”.

Á bjálkanum á forsíðuni undir “Reglur” og síðan “Grand Prix á breyt” og síðan “Reglur Betri Stórkappingin 2017”, kann lesast, hvussu kappingin er skipað.

Eins og undanfarin ár ætla vit eftir loknar kappingar at savnast til afterparty, har samlaðu vinnararnir verða heiðraðir.

Afterparty

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar