Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

2. umfar av Betri Stórkappingini 2. hvítusunnudag

2. hvítusunnudag, mánadagin 5. juni, verður 2. umfar av Betri Stórkappingini. Kappast verður á Tórsbreyt og kappast verður í hesum kappingargreinum:

  • Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m, 400 m, kúluvarp og longdarlop
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 m, 800 m, kúluvarp og longdarlop
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 m, 800 m, kúluvarp og longdarlop
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • Kvinnur og menn: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
  • Børn 7 ár (fødd 2010-2012): Longdarlop

Tilmeldingarnar skulu avgreiðast í seinasta lagi mikukvøldið 31. mei klokkan 22.00. Minnist til at melda til í øllum teimum kappingargreinum, tit ynkja at luttaka í.

Børka
Børka Berg Jørgensen hevur tikið seg nógv fram, og stendur seg væl í flest øllum kappingargreinum — til Stórkapping 2 fara eldru aldursbólkarnir at leypa hæddarlop. (mynd: Hvirlan)

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar