Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Afterparty verður leygardagin

Leygardagin klokkan 12.00 verður triðja og seinasta umfar av Betri Stórkappingini á Tórsbreyt. Klokkan 18.00 leygarkvøldið verða heiðursmerkini handað úti á Skúlaheiminum, har vit eisini fara at hava eitt lítið afterparty, á sama hátt, sum seinastu árini.

Drúgvt er at telja upp og leggja saman øll úrslitini frá kappingunum, so í staðin fyri at brúka so nógva tíð uppá hetta á Tórsbreyt, vilja vit heldur hava eina hugnaliga løtu saman við íðkarum, venjarum, foreldrum og systkjum, tá alt er klárt.

AfterpartyNógv heiðursmerki verða at handa. Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum árgangi í hvørjum kappingarslagi (spurti, miðteini, kasti og lopi) fáa heiðursmerki. Harafturat verður steyp latið til tey, sum hava fingið flest stig tilsamans í øllum kappingarsløgum í sínum aldursbólki. Hetta er tó bert galdandi fyri aldursbólkarnar frá 8-9 upp til 14-15 ár.

Vit fara tí at hava hetta tiltakið við heiðursmerkjahandan og døgverða úti á Skúlaheiminum frá klokkan 18.00.

Døgverðin verður ein ungdómsbuffet við øllum, sum hartil hoyrir. Kostnaðurin er 50 kr. fyri hvønn. Vit byrja kvøldið við heiðursmerkjahandan, so at tey, sum ikki ynskja at vera við til matin ikki nýtast at vera so leingi.

Støðurnar eftir fyrsta og annað umfar verða gjørdar upp nú, og kunngjørdar á facebook-vanganum fyrsta dagin. Støðurnar koma eisini at hanga á talvuni á Tórsbreyt.

Ein tilmelding er gjørd til Afterparty inni á tilmeldingarsíðuni. Ein tilmelding fyri hvønn persón Meldast skal til í seinasta lagi mikudagin kl. 13.00

Minnist eisini til at melda til sjálva kappingina. Seinasta freist at melda til er týskvøldið klokkan 22.00

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar