Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Nú verður lagt til brots í Visby

Eftir at oyggjaleikirnir vórðu settir so vakurt í kvøld, eru okkara íðkarar komnir heim aftur á Visby Lågenhetshotel og eru farnir at hvíla seg og løða upp til fyrstu kappingarnar, sum byrja í morgin.

Fimm av okkara íðkarum skulu kappast á fyrsta kappingardegi, tá byrjað verður klokkan 17.00. Tað verða Alda Sigurðsdóttir Lamhauge og Elisabet Holm Simonsen, sum verða fyrstar í kapping. Hetta verður á 100 metrum, har runnið verður í fýra riðlum, og byrjað klokkan 17.00.

Klokkan 18.00 byrjar renningin á 400 metrum hjá kvinnum, og har verður tað Oddvør Josephsen, sum rennur fyri Føroyar í riðili 4, sum byrjar kl. 18.15. Eisini her verða fýra riðlar.

Oyl 2017 spurtgentur
Elisabet, Oddvør, Alda og Margit eru allar við á oyggjaleikum á fyrsta sinni, og verða allar kastaðar fyri leyvurnar longu fyrsta dagin.

Longdarlopskappingin hjá kvinnum byrjar klokkan 18.20, og her verður tað Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum skal royna seg, og meðan tann kappingin er í gongd, verður innleiðandi umfarið á 800 metrum hjá monnum, har Julian Gregersen skal renna í riðili tvey av trimum. Har verður byrjað kl. 18.30.

Seinasta kappingin í annaðkvøld (sunnukvøldið) verður 10.000 m fyri menn, har vit hava Jan Elmar Sørensen við. Hendan kappingin byrjar klokkan 19.10.

Ætlanin var eisini at Rúni Jacobsen skuldi renna 200 m, men vegna ein óhepnan ryggskaða er hann ikki við á Gotlandi.

Sum sæst á skránni, er styttri millum kappingarnar enn tað vanliga er. Hetta er tí at leikvøllurin eisini verður brúktur til fótbóltskappingina, og ein dystur verður leikt sein hvørt kvøld.

  • 17.00: 100 m kvinnur – Alda S. Lamhauge og Elisabet H. Simonse
  • 18.00: 400 m kvinnur – Oddvør Josephsen
  • 18.20: longdarlop kvinnur – Margit W. Fríðmundsdóttir
  • 18.30: 800 m menn – Julian Gregersen
  • 19.10: 10.000 m menn – Jan Elmar Sørensen (hann er ivasamur)

Vit ynskja øllum okkara allarbestu eydnu. Koyr á Føroyar!!

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar