Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Eitt gott FM Ung (úrslit)

FM ung 2017 bleiv hildið á Tórsbreyt um vikuskiftið. Enn einaferð fingu vit nógv góð og flott avrik frá okkara sera røsku ungu íðkarum hesar báðar kappingardagarnar, har veðrið hóast alt var á sera góðari leið. Leygardagin var síðuvindur og hampuliga lýtt, og blivu allarflestu lop og renningar góðkend vegna vind. Í dag var meira kølið og harafturat fitt av mótvindi hjá spurtarunum og ov nógvur undanvindur í allarflestu lopunum til at fáa tey góðkend vegna vind.

Dagurin í dag byrjaði við siðabundu skrúðgonguni, sum altíð er ein føgur sjón fyri eygað. Síðani var tað borgarstjórin, Annika Olsen, sum bar fram nøkur orð áðrenn hon setti FM ung 2017.

Úrslitini um vikuskiftið bera boð um, at frælsur ítróttur í Føroyum hevur eina bjarta framtíð. Nógv dygdargott arbeiði verður gjørt dagliga úti í teimum einstøku feløgunum og tað sást sanniliga aftur til FM ung. Vónandi heldur hetta arbeiði fram og mennist.

Kappingarárið á breyt er farið at halla, og vónandi halda hesi ungu íðkararnir fram við venjingum gjøgnum veturin, so vit øll kunnu gleða okkum til nakrar góðar og spennandi kappingar komandi ár.

FÍF vil nýta høvið at takka íðkarum, venjarum, foreldrum og ein serstøk tøkk til allar dómarar og hjálparfólk, tí uttan tykkum eingin kapping.

Øll úrslitini síggjast niðanfyri í .pdf og myndir, sum Bjørg Svabo hevur tikið, eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni.

Úrslit FMUng 2017

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar