Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Oddvør og Maria til NM í lendisrenning

Í morginári kl. 9.30 okkara tíð brestir startskotið fyri NM í lendisrenning. Og fyrsti bólkur, ið heldur avstað er gentur U20, har vit føroyingar hava tvey umboð. Tað eru tær báðar klaksvíksgenturnar Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum sleppa at royna kreftir móti teimum bestu ungu kvinnunum í Norðurlondum.

Sjey danskar, fýra svenskar, tríggjar norskar, tríggjar finnlendskar, ein íslendsk og altso tvær føroyskar gentur skulu finna út av, hvør er sterkast í Norðurlondum.  Sigast skal tó beinanvegin, at vit ikki vænta nakra føroyska gentu í oddinum. Til tað fer mótstøðan at verða alt ov hørð, og vit mugu nokk ásanna, at her verða vit við fyri at læra.

2. umfar av donsku vetrarkappingini er eisini partur av NM-tiltakinum. Tí sleppa føroysku genturnar at royna seg móti øllum teimum bestu donsku gentunum umframt teirra sjey landsliðsrennarum. Hetta fer helst at gera kappingina hugaligari fyri okkara gentur.

Sum sagt byrjar hendan renningin klokkan 9.30 føroyska tíð, og hon kann stroymast á hesi slóðini:

Meira kann eisini lesast um kappingina á heimasíðuni hjá DAF

 

NMX 17 Oddvør og Maria
Odcvør og Maria eru spentar at umboða Merkið í altjóða kapping

Kappast verður eisini í U20 fyri menn og opnum bólki hjá monnum og kvinnum. Føroyar hava tó onga umboðan í hesum bólkum. Um eitt ár verður NM í lendisrenning í Íslandi, og verða vit vónandi betur umboðað.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar