Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Landsliðið kappast í Malmø um vikuskiftið

Tað var eitt heldur skert landslið, sum fór úr Vágum fríggjamorgunin. Upprunaliga vóru 10 íðkarar tiknir út til sterku kappingina Pallas Spelen í Malmø, har øll tey bestu úr Svøríki og Danmark plaga at hittast. Fyrst komu tvey avboð vegna skúlagongd, og síðani hava bæði Tórur Mortensen og Margit W. Fríðmundsdóttir fingið skaða, og verið noydd at melda avboð. Beint undan fráferð gjørdist Oddvør Josephsen sjúk, og kundi hon tí heldur ikki vera við.

So tá saman um kom vóru bara fimm íðkarar við í hópinum. Humørinum feilar tó einki, og tey fimm fara at gera sítt allarbesta í kappingunum leygar- og sunnudagin. Tey hava øll eina kapping hvønn dagin.

Skráin hjá okkum leygardagin:

  • 11.55 Elisabet Holm Simonsen 60 m (gentur 17)
  • 12.55 Tummas Napoleon Arge, 60 m (menn)
  • 13.25 Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, 60 m (kvinnur)
  • 15.55 Rebekka Fuglø, 1.500 m (kvinnur)
  • 18.10 Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, hæddarlop (gentur 17)

Og okkara skrá sunnudagin:

  • 14.15 Elisabet Holm Simonsen, 200 m (gentur 17)
  • 14.15 Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, 200 m (gentur 17)
  • 15.35 Tummas Napoleon Arge, 200 m (menn)
  • 16.15 Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, 200 m (kvinnur)
  • 16.55 Rebekka Fuglø, 800 m (kvinnur)

Pallas Spelen 2018 liðmynd
Landsliðið til Pallas Spelen 2018. F.v.: Teresa, Alda, Tummas Napoleon, Elisabeth og Rebekka. Skúli, skaðar og sjúka settu helvtina av liðnum eftir í Føroyum. 

Kunning um startlistar, úrslit o.a. á hesi slóðini 

FÍF ynskir okkara íðkarum allarbestu eydnu við kappingunum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar