Frælsur Ítróttur Føroya 05.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Betri VK7 í Vági leygardagin

Leygardagin 3. mars kl. 11.00 skipar Hvistan fyri 7. umfari í Betri Vetrarkappingini, sum í ár verður fyriskipað í Vági.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.

– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2001) – umleið 8,7km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1963-1972) – umleið 8,7 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1953-1962 ella fyrr) – umleið 8,7 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1952 ella fyrr) – umleið 8,7 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2001) – umleið 8,7 km
– Gentur / Dreingir (f. 2002-2006) – umleið 3,2 km
 

Í sambandi við renningina verða heiðursmerki latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-7 Vágur

Freistin er fríggjakvøldið 2. mars kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Rutan
rutan vk-7 2018

Vaksin: Runnið verður frá Vágshøll út gjøgnum bygdina, út á Nes, niðan gjøgnum Nes og vestur eftir ovaravegi (asfalt/grús) til bóndagarðin oman aftur í bygdina, vestur eftir vegnum omanfyri skúla og til Bethel, á høvðusvegin beint vestur til Vágshøll. Teinurin er 8,7 km

Børn: Runnið verður frá Vágshøll  – Tríkantin – vatnið og aftur vatnið. Teinur 3,2 km

VK startur í Vági 2016
Størsti skari nakrantíð til Vetrarkapping í Suðuroy, var í Vági 2016

Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Vágshøll frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í høllini er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan.

Aftur í ár, bjóðar Hvistan til Grannakaffi, ið hesaferð verður í Meinigheitshúsinum í Vági. Her ber til at fáa sær at eta og møguleiki er at leggja eitt oyra eftir seg til Krabbameinsfelagið.

Hvistan vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar