Frælsur Ítróttur Føroya 08.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Kapping mikukvøldið og metini dagførd

Mikukvøldið 23. mai skipar Bragdið fyri opnari kapping á Tórsbreyt við hesi skrá:

  • 18.00 100 m
  • 18.20 800 m
  • 18.30 longdarlop
  • 19.00 hæddarlop
  • 19.20 300 m

Kappingin er fyri íðkarar, sum eru 12 ár og eldri, ella sum eru fødd í 2006 ella fyrr.

Tilmelding fer fram á staðnum ein hálvan tíma undan kappingunum.

Ungdómsmetini dagførd
Vit hava nú dagført øll ungdómsmetini á heimasíðuni hjá okkum. Tit eru øll meira enn vælkomin at hyggja, um nakað met manglar. Gerið endiliga vart við tykkum, um tit halda, at okkurt er skeivt. Vit vilja sjálvandi hava listarnar so rættar sum gjørligt.

Gerið vart við tykkum við at skriva eina viðmerking undir hesi greinini, ella vendið tykkum beinleiðis til mín (Hallur) antin persónliga á breytini ella aðrastaðni ella á telefon 228 338.

Tårnby Eiri
Eingin rimarenning hesuferð, men helst sleppa vit kortini at síggja Eira spurta?

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar