Frælsur Ítróttur Føroya 31.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FMU øll úrslit: Lýdia aftur met í klingrukasti

Her eru øll úrslitini frá FM fyri ung, sum hevur verið hildið á Tórsbreyt um vikuskiftið. Byrjað bleiv við rimarenningum fríggjakvøldið og endað varð við boðrenningum seinnapartin í dag. Í dag bleiv byrjað við siðbundnu skrúðgonguni og var tað ÍSF-forsetin Elin Heðinsdóttir Joensen, sum flutti fram eina sera góða røðu.

Her sást skrúðgongan og setanin í dag: FM ung setanin (Sett saman: Bjørg Svabo)

Líkindini at kappast hava báðar dagarnar verið av teimum allarbestu. Lýtt og mestsum stilli. Nógv góð úrslit hava verið at sæð og nógvar góðar og spennandi kappingar. Eitt føroyskt met bleiv sett. Tað var í klingrukasti hjá gentum 16-17 har Lýdia Simonsen betraði metið á 30,73m, sum hon setti í FM fyri vaksin fyri trimum vikum síðani. Nýggja metið ljóðar nú uppá 31,91m. Nøkur bólkamet eru eisini sett og fleiri persónlig met.

FÍF takkar øllum íðkarum, venjarum, hjálparfólkum og fjepparum fyri eitt sera gott FM fyri ung 2018.

Myndir, sum Bjørg Svabo hevur tikið, eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni (leinkja).

Úrslitini finnast í .pdf formati niðanfyri:

FMU 2018 Renningar (spurtir/miðteinar/boðrenningar)
FMU 2018 Rimarenning
FMU 2018 Longdarlop
FMU 2018 Hæddarlop
FMU 2018 Bóltkast
FMU 2018 Kúlustoyt
FMU 2018 Spjótkast
FMU 2018 Klingrukast

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar