Frælsur Ítróttur Føroya 30.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Landslið til VU-Spelen í Gøteborg

Í morginári fara landsliðini hjá FÍF til VU-Spelen í Gøteborg, har kappast verður á Nya Ullevi alt vikuskiftið. Kappingarnar byrja fríggjamorgunin og enda sunnukvøldið. 24 íðkarar eru við í hópinum, harav tólv av teimum fimtan, sum skulu til Oyggjaleikirnar, íð byrja næsta vikuskifti.


Hesir íðkarar luttóku í fjør

VU-Spelen er ein stór kapping har tað í ár eru tilmeldaðir næstan 3.500 íðkarar í yvir 8.600 startum. Hetta er størsta kapping av hesum slagi í Norðanlondum. FÍF luttók fyrstu ferð í 2005 í hesi kapping. Hetta er ein góð kapping at luttaka í og eru nógv føroysk met, bólkamet og persónlig met sett í Gøteborg.

Hesi luttaka í ár:
úr Roysnið:
Hennie Maria R. Samuelsen.
úr Hvirluni:
Edna Maria Debes, Tórur Mortensen, Guðrið K. Petersen, Dánjal D. Ljósheim, Lýdia Simonsen, Sunniva Bogadóttir, Elin Niclasen, Miso Buha og Børka B. Jørgensen.
úr Bragdinum:
Hans Erland Thomsen, Jónas Isaksen, Eiri J. Glerfoss, Andreas B. Antoft, Margit W. Frímundsdóttir, Elisabet H. Simonsen, Bára J. Glerfoss, Kristianna S. Joensen, Teresa F. Bláhamar og Alda S. Lamhauge.
úr Treysti:
Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen, Vibeka Sivertsen og Julian Gregersen.

Ferðaleiðarar og venjarar eru: Regin Thomsen, Jógvan Glerfoss, Debes Christiansen, Heri Ziska og Gunnvá Wardum.

Startlistar er at finna her: Startlistar VU-Spelen 2019
Tíðarætlan er at finna her: Tíðarætlan
Úrslit eru at finna her. Úrslit VU-Spelen 2019
Beinleiðis stroyming verður leygar- og sunnudagin á hesi leinkju: Stroyming VU-Spelen 2019

FÍF ynskir øllum íðkarum góða eydnu við kappingunum.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar