Frælsur Ítróttur Føroya 30.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

VK3 Eirikur vann og setti pr!

Bragdið átti tørn at skipa fyri triðju vetrarkappingini, Betri VK3 og sum eisini var tann seinasta í ár. Hendan kappingin hevur verið runnin á fleiri støðum, bæði í Havn og á Argjum, men í ár varð farið úr Havnini, eitt sindur longur norður, til Kollafjarðar. Hetta er mitt í øllum jólaborðhaldum og júst hetta vikuskiftið eru metnógv jólahald, men kortini vóru 78 rennarar meldaðir til tá avtornaði.

Rutan hjá teimum vaksnu var 10 km. Byrjað var við skúlan og rennast skuldi yvir á Sperm at venda og somu leið heimaftur. Børnini runnu 3 km, og hesa ferð hevði Bragdið valt, sum eina roynd, at hava heilsurenning á 5 km, har øll kundu renna við, uttan um vetrarkappingina.

Rennilíkindini vóru góð, sjálvt um tað var eitt sindur hált í støðum. Rutan er sløtt og aftaná renningina merktu vit, at hetta var nakað øllum dámdi. Eisini vóru umstøðurnar til umklæðing í ítróttarhøllini og til hugnaløtuna aftaná í Skótahúsinum, ordiliga góðar.

Eirikur Hansen úr Bragdinum vann og setti pr á eini 15 sekund, og tá mátti hann, sum øll onnur, seta ferðina niður í hálkuni. So hann var ein glaður maður. Hjá kvinnunum vann Maria Biskopstø úr Treystinum. Hjá børnunum vunnu Nils Eiriksson úr Bragdinum og Vibeka Ei. Sivertsen úr Treystinum. Hesa ferð runnu 6 børn, sum er ein øking á 300% í mun til hinar vetrarkappingarnar.

Aftaná renningina bjóðaði Bragdið ein góðan drekkamunn við vaflum frá Bragdarkvinnum, í meðan heiðursmerkini vórðu handaði.

Takk fyri hjálpina, Signa og allar hinar kvinnurnar, Herluf og Arnfinnur. Tit eiga tykkara lut í, at alt gekk sum tað skuldi.

Kollfirðingar! Vit koma aftur 🙂

Úrslitini eru her:

07/12-2019: VK3 Kollafirði Úrslit

Og samlaða støðan í BETRI Vetrarkappingini 2019-20 hjá einstaklingum og liðum er her.

07/12-2019: Vetrarkappingin eftir VK3

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar