Frælsur Ítróttur Føroya 02.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Renning á Eystanstevnu í Runavík 10. og 14. juni

Melda til her!

Í samband við Eystanstevnu í Runavík fer Roysnið at skipa fyri tveimum rennikappingum, týskvøldið undan stevnuni og leygardagin 14. juni.

Vaksin renna týskvøld

Byrjað verður longu týskvøldið undan Eystanstevnu, tá tey vaksnu fara at renna 10 km.

Rutan í Runavík verður mett at vera ein tann skjótasta í Føroyum. Tí vilja flestu rennararnir sleppa at royna seg á henni um summarið.

Eftirsum rutan gongur beint gjøgnum stevnuøkið, er kappingin hjá teimum vaksnu flutt fram til týskvøld.

FM og Grand Prix

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini hjá teimum vaksnu, ið samstundis er kapping um FM-heitið á 10 km teininum hjá vaksnum og veteranum og triðja umfar av Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri.

Undan hesum umfarinum er Jonhard Larsen á odda í opna bólkinum hjá monnum við 64 stigum frammanfyri Sigurð Justinussen, 63 stig, og Cecil Weihe, ið hevur 56 stig.

Hjá kvinnunum hevur Rigmor N. Arge fult stigatal, 80 stig, meðan Tordis D. Eiriksfoss hevur 68 stig, og Brindis R. Weihe hevur 44 stig.

Hjá veteranunum er Steindor Hjaltalin á odda við 70 stigum, meðan Henning C. Poulsen hevur 64 stig, og Robert Vilhelmsen hevur 46 stig.

Tey vaksnu fara at kappast í seks umførum, har stigini, ið eru fingin í fimm teimum bestu umførum hjá hvørjum rennara, geva samlaða stigatalið. Umførini, ið eru eftir at renna, verða á Varmakeldu, Vestanstevnu og Ólavsøku.

Rutan

Starturin er sum vant á Heiðavegi við Brotið. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á Fjøruveg. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan aftur á Heiðaveg inni við Føroya Banka. Hendan leiðin skal rennast 9,5 ferðir. Seinastu ferð verður komið á mál við Sjómansheimið.

Børn og ung renna leygardag

Leygardagin 14. juni fara børn og ung at renna. Kappast verður í 4 ymiskum aldursbólkum hjá gentum og dreingjum.

Øll er vælkomin at luttaka. Kappingin er samstundis næsta umfar í Grand Prix kappingini hjá børnum. Fyrsta umfar var á Norðoyastevnu. Hini verða á Varmakeldu, Vestanstevnu og Ólavsøku.

Børnini byrja áraka VVS-virkinum hjá P/F Zacharias Leitisstein og renna út eftir keiini (Fjøruvegi), venda á p-plássinum og renna so aftur til startin. Tveir teir yngru bólkarnir renna hesa leið einferð, meðan tveir teir eldru renna tvær ferðir.

Heiðursmerki og steyp

Teir fyrstu tríggir rennararnir í øllum bólkum hjá børnum og vaksnum fáa heiðusmerki.

Tilmelding online

Tilmelding fer fram á www.athletics.fo. Hjá teimum vaksnu ber til at melda til online fram til mánakvøldið 9. juni kl. 18.00.

Hjá børnunum og teimum ungu ber til at melda til online fram til fríggjakvøldið 13. juni kl. 18.00.

Í báðum førum er galdandi, at tað eisini ber til at melda til við Runavíkar Sjómansheim hálvan tíma undan kappingini.

Luttøkugjald er kr. 30,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn. Hetta verður goldið, tá nummarið verður avheintað, beint undan kappingini.

Skrá fyri Eystanstevnurenningina týskvøldið 10. juni 2003

Kl.
Aldursbólkur

18.30
Tilmelding við Sjómansheimið og avheintan av startnumrum

19.00
10 km kapping fyri vaksin:

– Kvinnur (f. 1958-1985)

– Menn (f. 1958-1985)

– Kvinnur Veteranar (f. -1957)

– Menn Veteranar (f. -1957)

20.00
Heiðursmerkjahandan

Skrá fyri Eystanstevnurenningina leygardagin 14. juni 2003

Kl.
Aldursbólkur

14.30
Tilmelding við Sjómansheimið og avheintan av startnumrum

15.00
Dreingir-7/Gentur-7 (f. 1996 ella seinni)

15.10
Dreingir-10/Gentur-10 (f. 1993-1995)

15.20
Dreingir-13/Gentur-13 (f. 1990-1992)

15.30
Dreingir-17/Gentur-17 (f. 1986-1989)

15.40
Heiðursmerkjahandan

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar