Týskvøldið 10. juni skipaði Roysnið fyri rennikapping í Runavík.
Kappingin var hildin í samband við stevnuna, ið verður í Runavík komandi vikuskifti. Kappast varð á 10 km. Kappingin telur við í Grand Prix kappingini í renning hjá Frælsum Ítrótti Føroya og var samstundis kapping um FM heitið á 10 km.
26 luttakarar vóru til kappingina, 22 menn og fýra kvinnur. Kappast var í einum opnum bólki og í einum veteran bólki (f. -1957).
Eins og undanfarin ár varð byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið varð úteftir til Sjómansheimið, har sneitt varð oman á keiina. Síðan varð runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt varð úteftir aftur. Henda leið skuldi rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð komu rennararnir á mál við Sjómansheimið.
Líkindini
Tað regnaði alla tíðina, meðan kappingin var, men tað var lítil vindur, so líkindini at renna vóru hampilig.
Rigmor tangeraði metið
Rigmor N. Arge vísti í kappingini hjá kvinnum stórform og tangeraði føroyska metið hjá Sunnevu Bjarnastein við tíðini 39,51 min. Hetta boðar frá góðum, nú oyggjaleikirnir nærkast av álvara. Hon dróg støðugt frá hinum kvinnunum í kappingini.
Hjá monnunum var kappingin sera spennandi. Sigurð Justinussen úr Bragdinum lá í hørðum bardaga við teir báðar úr Treystinum, Símun Joensen og Jonhard Larsen, stóran part av kappingini. Nakað eftir teir kom Guttorm Sørensen, sum er við at koma seg eftir knæskaðan, sum hann varð skurðviðgjørdur fyri í vetur.
Símun Joensen dróg longsta stráðið í síni fyrstu kapping á hesum teininum. Hann staðfesti enn einaferð, at hann eisini dugir at renna uttan bólt, og gjørdist føroyameistari við tíðini 35,34 min.
Taktiska renningin hjá Treystinum eydnaðist til fulnar, eftirsum Jonhard Larsen gjørdist nr. tvey frammanfyri Sigurð Justinussen.
Hjá veteranunum (teir eru føddir í 1957 ella fyrr) vann Óli Olsen úr Bragdinum kappingina hjá monnum. Næstir honum komu Steindor Hjaltalin úr Bragdinum og Henning C. Poulsen úr MIF.
Jóngerð Høgnesen úr Bragdinum vann kappingina hjá veteran kvinnum
Trýst her fyri at síggja tíðirnar í Runavík.
Tíverri høvdu tekniskir trupulleikar við sær, at bara ein partur av tíðunum vórðu goymdar.
Trýst her fyri at síggja støðuna í Grand Prix kappingini.
10 tær bestu tíðirnar í Runavík yvirhøvur
Kvinnur
Tíð
Ár
1
Sunnevá Bjarnastein
39,51 min
1999
1
Rigmor N. Arge
39,51 min
2003
3
Borgarhjørt Holm
42,03 min
2002
4
Tordis D. Eiriksfoss
43,29 min
2000
5
Karina Petersen
46,11 min
2001
6
Annbjørg Abrahamsen
49,33 min
1999
7
Brindis R. Weihe
51,29 min
2001
8
Maria í Skorini Jacobsen
55,32 min
2001
Menn
Tíð
Ár
1
Bogi Lenvig
32,30 min
2002
2
Guttorm Sørensen
32,56 min
2001
3
Hallur Holm
33,48 min
2003
3
Sølvi Reinert Hansen
34,21 min
1999
4
Albert Marni Joensen
34,57 min
2000
5
Sigurð Justinussen
35,12 min
2003
6
Hjalti Gunnarstein
35,20 min
1998
7
Cecil Weihe
35,22 min
2002
8
Símun Joensen
35,34 min
2003
9
Bogi Olsen
35,50 min
1998
10
Jonhard Larsen
35,57 min
2003

