Fleiri gamlir kenningar
Á starvsnevndarfundinum hjá FÍF 9. januar varð kappingarskráin fyri 2003 endaliga løgd.
Fleiri gamlir kenningar eru á skránni. Grand Prix kappingin byrjar á Flaggdegnum og endar á Ólavsøku.
Heystkappingin heldur eisini fram. Í løtuni eru samráðingar við sponsorin av kappingini, P/F Esmar Simonsen, um framhaldandi stuðul av kappingini.
Frælsi ítrótturin
Eins og undanfarin ár verður skipað fyri opnum kappingum og FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði og á kastibreytini í Havn. Hetta er neyðugt, av tí at einki øki er til kast á Svangaskarði. At býta kappingina soleiðis upp er uttan iva bara næstbesta loysnin. Samstundis hevur luttøkan í rennikappingum á Svangaskarði verði minkandi seinnu árini. Hetta er stórt spell, men ivaleyst ein fylgja av, at hetta er einasta øki til frælsan ítrótt í landinum, og er omaná alt ófullfíggjað.
Skúla FM
Eitt tiltak, ið vónandi fer at vaksa um áhugan fyri frælsum ítrótti, er Skúla FM, ið verður leygardagin 17. mei 2003.
Hendan dagin sleppa ein drongur og ein genta úr hvørjum floksstigi úr øllum fólkaskúlum í landinum at royna seg í frælsum ítrótti.
Kappast verður í renning, lopi og kasti. Eftir ætlan skulu skúlarnir sjálvir skipa fyri úttøkukappingum í samband við undirvísingina í fimleiki.
Guttorm Sørensen, ið hevur drúgvar royndir innan frælsan ítrótt, er settur sum fyriskipari av tiltakinum.
Marathon
Fyri fyrstu ferð síðan oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 er ætlanin at skipa fyri einum marathon í Føroyum.
Ymsar ætlanir hava verið frammi, men í fyrstu siftu er ætlanin at skipa fyri einum býarmarathon í Havn leygardagin 19. juli. Eftirsum kappingin er í Havn, hevur Bragdið høvuðsábyrgdina av tiltakinum.
Vónandi fer møguleikin fyri at renna marathon í Føroyum at eggja fleiri rennarum til at gera eitt sindur meiri við venjingina. Kanska fara onnur við at seta sær fyri at royna at gjøgnumføra hendan klassiska teinin.
Til ber at síggja kappingarskránna her

