Frælsur Ítróttur Føroya 12.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Tórshavn Marathon verður leygardagin 19. juli

Arkivmynd 2003

Melda til her!

Tilmelding og gjald

Tilmelding kann gerast beinleiðis á heimasíðuni www.athletics.fo ella við at útskriva tilmeldingarseðilin og senda henda til Bragdið. Eisini er møguligt at melda til umvegis Kunningarstovuna í Havn. Tilmeldingarskjøl verða eisini at fáa á ymiskum støðum. Luttøkugjaldið skal flytast á kontu í Føroya Banka 6460-166.239.4.

Tilmeldingarfreistin er 14. juli, og vit heita á allar luttakarar um at melda til í góðari tíð, soleiðis at fyrireikarnir betri kunnu fyrireika tiltakið.

Heintan av startnr.

Allir rennarar mugu heinta startnr., T-shirt o.a. í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið tann 18. juli millum kl. 19-22. Eisini verður møguligt at heinta startnr. í miðbýnum leygardag fyrrapart.

Pastaparty

Fríggjakvøldið millum kl. 19-22 er pastaparty fyri marathonluttakarunum í kantinuni á Hálsi í sambandi við útflýggjan av startnummari.

Heiðran

Allir luttakararnir, sum koma á mál, fáa marathon heiðursmerki. Serligir vinningar verða til nr. 1, 2 og 3 hjá kvinnum og monnum í marathon. Luttakast verður millum allar luttakararnar um serligar vinningar. Heiðursmerki verður latið til nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum. Nærri verður lýst um vinningarnar seinni.

Drykkjuvørur og 1. hjálp

Á rutuni ber til at fáa vatn og saft fyri hvørjar 5 km. Eisini verða 1. hjálparar til reiðar á rutuni. Í máløkinum verða eisini drykkjuvørur og annað gott at fáa.

Bólkar

Fyrsta Tórshavn Marathon

Bragdið bjóðar rennarum úr Føroyum og útlondum til Tórshavn Marathon leygardagin 19. juli 2003.

Hetta er fyrsta marathon-renningin nakrantíð í Havn, men aðru ferð at hesin teinurin verður runnin í Føroyum. Fyrstu ferð, marathon varð runnið í Føroyum, var í samband við Oyggjaleikirnar í 1989.

Eisini stuttleikarenning

Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon og stuttleikarenning fyri vaksin og børn, ávikavist 5 km og 3 km.

Við stuttleikarenningini er ætlanin at fáa flest møgulig út at røra seg hendan dagin uttan at seta serlig krøv til skjótleika ella tíðir. Endamálið er at hava tað stuttligt og at seta ein serliga dám á miðbýin henda dagin!

Marathon tiltakið í ár er ein roynd av sínum slag hjá Bragdinum, og ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Nakrir útlendingar koma at luttaka í ár, men komandi árini rokna vit við lutfalsliga stórari luttøku úr útlondum.

Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, setur marathon tiltakið og letur startskotið ganga.

FM-kapping

Marathon renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum.

Start og mál

Marathon og hálvmarathon byrja kl. 14.00 í Kaldbak og enda í miðbýnum. Stuttleikarenningin fyri vaksin og børn byrjar lítla løtu seinni. Hon byrjar og endar í miðbýnum.

Rutan

Endaliga rutan til allar teinarnar verður nærri lýst innan 15. juni. Eisini verður eitt kort yvir rutuna lagt á heimasíðuna www.athletics.fo .

Luttøkutreytir

Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár, samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein fortreyt. Stuttleikarenningin er fyri øll og er býtt í tveir bólkar, upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5 km.

Luttøkugjøld

Marathon luttøkugjaldið er 250 kr., 1/2 marathon 200 kr., stuttleikarenning 5 km 100 kr. og stuttleikarenning 3 km fyri børn 50 kr.

T-shirt

Íroknað luttøkugjaldið í øllum bólkum er ein T-shirt og ymiskt at drekka og eta á rutuni og í máløkinum.

Marathon Menn

1. Bólkur
18-39
Føddir 1964-1985

2. Bólkur
40-49
Føddir 1954-1963

3. Bólkur
50+
Føddir til og við 1953

Marathon Kvinnur

1. Bólkur
18-39
Føddar 1964-1985

2. Bólkur
40+
Føddar til og við 1963

Hálvmarathon Menn

1. Bólkur
18-39
Føddir 1964-1987

2. Bólkur
40+
Føddir til og við 1963

Hálvmarathon Kvinnur

1. Bólkur
18-39
Føddar 1964-1987

2. Bólkur
40+
Føddar til og við 1963

5 km Menn

Ein Bólkur
13+
Føddir til og við 1990

5 km Kvinnur

Ein Bólkur
13+
Føddar til og við 1990

3 km Dreingir

Ein Bólkur
-12
Føddir í 1991 ella seinni

Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár.

3 km Gentur

Ein Bólkur
-12
Føddar í 1991 ella seinni

Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar