Frælsur Ítróttur Føroya 12.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Skúla FM nærkast

Arkivmynd 2003

Fyrireikingarnar eru í gongd

Frælsur Ítróttur Føroya skipar leygardagin 17. mei fyri stórari kapping í frælsum ítrótti fyri skúlabørn á Svangaskarði.

Kappingin, ið er nevnd Skúla FM 2003, er skipað sum ein einstaklingakapping í ymsum greinum inna frælsan ítrótt. Allir skúlar í Føroyum kunnu senda eina gentu og ein drong í hvørjum floksstigi til hvørja grein í kappingini.

Fyrireikararnir hava valt út ymsar greinir innan frælsan ítrótt. Tveir teinir eru, ið skulu rennast, umframt longdarlop og kúlustoyt. Greinirnar síggjast niðast á síðuni.

Skúlarnir mugu sjálvir standa fyri úttøkuni av teirra umboðum. Frælsur Ítróttur Føroya vónar, at møguleikin fyri at luttaka í Skúla FM fer at økja um áhugan fyri at gera frælsa ítrótt í fimleikatímunum, bæði millum næmingar og lærarar.

Skúla FM 2003 er partur av menningarætlanini hjá Frælsum Ítrótti Føroyum. Endamálið við kappingini er at vekja áhuga fyri frælsari ítrótt umframt at geva føroyskum skúlabørnum høvi at kappast móti hvørjum øðrum.

Um tað ikki ber til hjá lærarunum sjálvum at møta við børnunum úr teirra skúla á Svangaskarði 17. mei, ber eisini til at lata foreldur verða leiðarar í samband við kappingina. Samstundis vóna fyrireikararnir, at foreldur, vinir og floksfelagar hjá luttakarunum fara at seta sín dám á tiltakið við at stuðla teirra floksfeløgum kappingardagin.

Freistin er longd

Innbjóðingar eru sendar út til allar fólkaskúlar í landinum, og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Freistin hjá skúlunum at boða frá luttøku er fríggjadagin 2. mei. Tiltakið verður eftir ætlan afturvendandi á hvørjum ári.

Gentur & Dreingir 1. Flokkur
60 m
600 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 2. Flokkur
60 m
600 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 3. Flokkur
60 m
600 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 4. Flokkur
60 m
600 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 5. Flokkur
80 m
800 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 6. Flokkur
80 m
800 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 7. Flokkur
100 m
800 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 8. Flokkur
100 m
800 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 9. Flokkur
100 m
800 m
longdarlop
Kúlustoyt

Gentur & Dreingir 10. Flokkur
100 m
800 m
longdarlop
Kúlustoyt

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar