Ein fylgja av verkfallinum
Frælsur Ítróttur Føroya hevur gjørt av at útseta Skúla FM, sum skuldi vera leygardagin 17. mei á Svangaskarði.
Fleiri av tilmeldaðu skúlunum hava boðað frá, at tey ikki ætla sær at møta til kappingina, eftirsum bussarnir eru givnir at koyra. Samstundis royna flest øll at koyra minst møguligt við privatbili fyri at spara brennievni.
Fyrireikararnir harmast almikið útsetingina. Men mett varð, at tað var rættast at útseta tiltakið, eftirsum fleiri av teimum skúlunum, ið høvdu meldað til, ikki høvdu nakran møguleika fyri at vera við.
Nærri verður lýst, nær kappingin verður, tá verkfallið er av.

