1. Skúla FM í frælsum ítrótti
Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður í ár skipað fyri eini føroyarmeistara kapping í frælsum ítrótti. Kappingin hevur tó røtur í skúlaítróttardøgunum, sum plagdu at savna skúlabørn úr øllum landinum.
Endamálið við kappingini er at vekja áhuga fyri frælsum ítrótti.
Guttorm Sørensen, ið hevur drúgvar royndir innan frælsan ítrótt, er settur sum fyriskipari av tiltakinum.
Fyri allar aldursbólkar
Allir skúlar í landinum kunnu senda ein drong og eina gentu úr hvørjum floksstigi frá 1. til 10. flokk til kappingina.
Hvussu hesi verða útvald, ger skúlin av. FÍF vónar, at útlitini fyri at kunna taka lut í eini føroyameistara kapping fara at økja um hugin fyri frælsum ítrótti bæði hjá næmingum og lærarum. T.d. kann hugsast, at fimleikalærarin hjá hvørjum flokki hevur eina undirvísingargongd í frælsum ítrótti, ið endar við eini úttøkukapping.
Fýra greinir
Frælsur ítróttur fevnir sum kunnugt um hópin av greinum innan høvuðsbólkarnar renning, lop og kast.
FÍF hevur valt fýra kappingargreinir til hvønn aldursbólk, ið umboða hesar høvuðsbólkar. Greinirnar eru eitt sindur ymiskar eftir aldursbólki, men tveir teinir verða runnir – ein stuttur og ein langur, longdarlop verður lopið og kúla stoytt.
Tilmelding
Skúlarnir skulu boða frá luttøku í seinasta lagi 30. apríl 2003. Hetta fer fram við, at skúlin sendir eitt tilmeldingarskjal til:
Skúla FM v/ Guttorm Sørensen
Postsmoga 274
700 Klaksvík
Tilmeldingarskjalið er hjálagt teimum faldarum, ið verða sendir út á skúlarnar í hesum døgum. Til ber eisini at heinta skjalið sum word-fílu her á síðuni, fylla tað út og meyla tað aftur til gutti@post.olivant.fo
Luttøkugjald
Tað er ikki ókeypis at skipa fyri einari slíkari kapping. M.a. skulu ymisk amboð keypast, ið verða nýtt til kappingina. FÍF hevur tí ásett eitt luttøkugjald fyri hvønn luttakara á kr. 30,-. Hendan upphædd skal flytast á kontu hjá FÍF í Norðoya Sparikassa 9865-102.597.4 innan kappingar dagin.
Startnummar
Tá allar tilmeldingarnar eru innkomnar og skrásettar, verður luttakaralisti við øllum luttakarunum og skráðin fyri kappingina send skúlunum.
Sjálvan kappingardagin avheinta næmingarnir startnummarið, tá teir møta á Svangaskarði.
Heiðursmerki og T-shirt
Serlig heiðursmerki, ið eru framleidd til endamálið, verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjari grein.
Allir luttakararnir fáa eisini serligar t-shirts, sum eru framleiddar til endamálið.
Heinta tilmeldingarskjal her!
Les faldaran her (jpg.fílur, umleið 100 kb hvør)





You must be logged in to post a comment.