Frælsur Ítróttur Føroya 12.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Úrslit frá Várkappingini í Runavík 29. mars 2003

Arkivmynd 2003

Myndir koma seinni!

Leygardagin 29. mars kl. 14.00 skipaði Roysnið fyri næstu rennikappingini í ár, Várkappingini í Runavík.

23 luttakarar vóru til kappingina, 21 menn og tvær kvinnur. Teinurin var 10 km.

Eins og undanfarin ár varð byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið varð úteftir til Sjómansheimið, har sneitt varð oman á keiina. Síðan varð runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt varð úteftir aftur. Henda leið skuldi rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð komu rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Líkindini

Veðrið var sera ófantaligt fyrrapartin, vindur av útsynningi, regn og stundum vátakavi, so fleiri, ið høvdu ætlað sær at runnið, eru ivaleyst setst aftur.

Men undir kappingini vóru líkindini hampilig. Tað regnaði av og á eitt sindur, men tað var kanska heldur kalt.

Sjálv kappingin

Hjá monnunum sást, at Hallur Holm var væl fyri. Hann økti um fjarstøðuna frá hinum allan vegin og kom á mál í tíðini 33,48 min.

Nummar tvey gjørdist Sigurð Justinussen við tíðini 35,12 min., meðan Cecil Weihe gjørdist nummar trý við tíðini 35,22 min. Teir renna allir fyri Bragdið.

Annars var hørð kapping um fjórða plássið. Jonhard Larsen úr Treystinum og Snorri Patursson úr Bragdinum fylgdust leingi. Í einum langum endaspurti eydnaðist tað Jonhardi at koma frammum beint áðrenn málstrikuna.

Kappingina hjá kvinnum vann Rigmor N. Arge úr Bragdinum við tíðini 41,09 min. Nummar tvey gjørdist Karina Petersen úr Gøtu við tíðini 47,37 min.

Kappast var eisini í einum bólki fyri veteranar (teir eru føddir í 1957 ella fyrr). Fremstur av teimum bleiv Steintór Hjaltalin úr Bragdinum við tíðini 41,36 min. Silvurheiðursmerkið bleiv avgjørt við eini spennandi spurtuppgerð millum Ólavur Herup Olsen úr Bragdinum og Harry Hansen úr Roysninum. Ólavur dróg longra stráðið og fekk tíðina 43,10 min. Hetta var bert tvey sekund betur enn Harry rann á triðja plássinum.

Úrslitini

Lagið var sum vera mann gott hjá teimum flestu eftir kappingina. Sum vanligt á hesi skjótu rutuni, vórðu nógv persónlig met sett.

Allar tíðirnar í Runavík

Menn
Árg.
Felag
Tíð

1
Hallur Holm

1967

Bragdið
33,48 min

2
Sigurð Justinussen

1967

Bragdið
35,12 min

3
Cecil Weihe

1965

Bragdið
35,22 min

4
Jonhard Larsen

1966

Treysti
36,04 min

5
Snorri Patursson

1979

Bragdið
36,05 min

6
Suni Jacobsen

1967

Bragdið
38,55 min

7
Petur Dorian Petersen

1968

Bragdið
39,19 min

8
Jósvein Herup Olsen

1958

Bragdið
39,44 min

9
Rókur í Jákupsstovu

1971

Roysnið
40,36 min

10
Flemming Petersen

1960

Roysnið

42,15 min

11
Jákup Alberg Berg

1963

Bragdið
44,43 min

12
Torry í Bartalsstovu
1961
Gøtu
46,44 min

13
Ib Hjersing Skoubo
1961
MIF
47,25 min

DNF
Jan Elmar Sørensen
1991
Treysti

DNF
Guttorm Sørensen
1968
Treysti

Kvinnur
Árg.
Felag
Tíð

1
Rigmor N. Arge

1969

Bragdið
41,09 min

2
Karina Petersen

1980

Gøtu
47,37 min

Menn Veteranar
Árg.
Felag
Tíð

1
Steintór Hjaltalin

1949

Bragdið
41,36 min

2
Ólavur Herup Olsen

1943

Bragdið
43,10 min

3
Harry Hansen

1938

Roysnið
43,12 min

4
Henning Clemens Poulsen

1951

MIF
45,35 min

5
Martin Heinesen

1953

Roysnið
49,59 min

6
Regin Jóanesarson

1945

Vestmanna
51,31 min

10 tær bestu tíðirnar í Runavík

Kvinnur
Tíð
Ár

1
Sunnevá Bjarnastein
39,51 min
1999

2
Rigmor N. Arge
40,03 min
2002

3
Borgarhjørt Holm
42,03 min
2002

4
Tordis D. Eiriksfoss
43,29 min
2000

5
Karina Petersen
46,11 min
2001

6
Annbjørg Abrahamsen
49,33 min
1999

7
Brindis R. Weihe
51,29 min
2001

8
Maria í Skorini Jacobsen
55,32 min
2001

Menn
Tíð
Ár

1
Bogi Lenvig
32,30 min
2002

2
Guttorm Sørensen

32,56 min

2001

3
Hallur Holm
33,48 min
2003

3
Sølvi Reinert Hansen
34,21 min
1999

4
Albert Marni Joensen
34,57 min
2000

5
Sigurð Justinussen
35,12 min
2003

6
Hjalti Gunnarstein
35,20 min
1998

7
Cecil Weihe
35,22 min
2002

8
Bogi Olsen
35,50 min
1998

9
Jonhard Larsen
36,04 min
2003

10
Snorri Patursson
36,05 min
2003

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar