Frælsur Ítróttur Føroya 22.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Úrslit

Julian og Elia vunnu í Kollafirði

Julian Gregersen úr Treysti og Elia Mouritsen úr Bragdinum vóru skjótast, tá triðja umfar av MBM Vetrarkappingini 2026–27 varð runnið í Kollafirði sunnudagin 22. november. Julian vann hjá monnum við tíðini 32:16,2, meðan Elia vann hjá kvinnum við 42:44,9 – bert seks tíggjundapartar av einum sekundi undan Valborg Heinesen.

Bragdið skipaði fyri triðja umfari av MBM Vetrarkappingini, sum hesa ferð varð runnið í Kollafirði. Byrjað og endað varð við skúlan við Sjógv, har Botnavegurin og vegurin við Sjógv møtast, og kappingarteinurin var 10 kilometrar.

Rennararnir runnu eftir gamla vegnum, umvegis havnarlagið á Langasandi og allan vegin til Oyrareingir, har vent varð, og síðan sama veg aftur. Tilsamans komu 67 rennarar á mál: 38 menn og 21 kvinnur á langa teininum, ein drongur, sum eisini rann allar 10 kilometrarnar, ein motiónistur og seks børn á 500 metrum.

Julian vann aftur

Julian Gregersen úr Treysti vann mansrenningina við tíðini 32:16,2. Hetta var annar sigurin á rað hjá Julian, sum eisini vann á Sandi fyri tveimum vikum síðani. Í fjør vann hann eisini í Kollafirði á somu rutu, tá við 33:27, og hann var sostatt góðan minutt skjótari í ár.

Rógvi Kárason úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við 34:00,8, ein minutt og 44,6 sekund aftan fyri Julian, og Torbjørn Hentze, eisini úr Bragdinum, gjørdist nummar trý við 34:28,2. Ísak Kolden, Tindar, kom á mál sum nummar fýra við 35:26,3 og var fremstur av unglingunum. Oliver Granhøj úr Bragdinum varð nummar fimm við 35:36,9, og Bogi Hjalt, eisini úr Bragdinum, gjørdist nummar seks og fremsti veteranur við 35:57,3.

Elia vann eftir spurt

Bjørk Herup Olsen, sum vann bæði fyrstu umførini, var ikki við hesa ferð, og kvinnurenningin gjørdist javnari enn higartil í ár. Elia Mouritsen og Valborg Heinesen, báðar úr Bragdinum, komu saman móti málstrikuni, og Elia megnaði at vinna við 42:44,9 móti 42:45,5.

Maria Chun Nielsdóttir úr Bragdinum var trið á mál við 44:31,2 og fremst av veteranunum. Katrin Thorsvig Hansen gjørdist nummar fýra við 46:34,7, Ann-Mari av Skarði varð fimt við 47:09,4, og Ann Thomsen, sum gjørdist nummar seks við 47:13,1, var fremst av superveteranunum.

Hjá eldru bólkunum hjá monnum var Uni Svabo Joensen úr Frælsi fremstur av superveteranunum við 39:02,5, meðan Josvein Herup Olsen úr Bragdinum var fremstur av ultraveteranunum við 44:22,3. Una Højsted úr Bragdinum var fremst av ultraveteranunum hjá kvinnunum við 1:05:24,6.

Seks børn á 500 metrum

Á Sandi luttók eingin í barnarenningini, men í Kollafirði runnu seks børn 500 m. Hjá dreingjunum var Heini Peterson Mouritsen skjótastur við 1:56,2, hálvt sekund undan Eliasi Djurholm Kristiansen við 1:56,7. Páll L. Joensen gjørdist nummar trý við 1:59,3 og Olivur Kárason Sondum nummar fýra við 2:12,9. Hjá gentunum vann Alma Jacksdóttir Johansen við 2:02,8, og Elsa L. Joensen varð nummar tvey við 2:41,5.

Jónatan Gregersen, sum hoyrir til barnabólkin, valdi aftur langa teinin og rann allar 10 kilometrarnar við tíðini 44:31,2. Harumframt var ein motiónistur við, sum rann fimm kilometrar.

Rógvi og Elia á odda í Vetrarkappingini

Eftir trý umfør er Rógvi Kárason framvegis á odda í opna mansbólkinum við 144 stigum, undan Torbjørni Hentze við 137 stigum og Ísaki Kolden við 129 stigum. Julian Gregersen hevur 100 stig eftir tvey umfør.

Hjá kvinnunum hevur Elia Mouritsen tikið leiðsluna við 142 stigum, undan Mariu Chun Nielsdóttir við 133 stigum og Katrini Thorsvig Hansen við 125 stigum. Bjørk Herup Olsen hevur 100 stig eftir tvey umfør.

Í unglingabólkunum eru Ísak Kolden og Elia Mouritsen fremst við 150 stigum hvør. Hjá veteranunum eru Lau Jensen og Maria Chun Nielsdóttir á odda, meðan Óli Joensen og Ann Thomsen eru fremst hjá superveteranunum. Hjá ultraveteranunum eru Josvein Herup Olsen og Una Højsted á odda.

Samlaða støðan eftir VK3:

Bólkur Menn Kvinnur
Opin Rógvi Kárason – 144 stig Elia Mouritsen – 142 stig
Unglingar Ísak Kolden – 150 stig Elia Mouritsen – 150 stig
Veteranar Lau Jensen – 139 stig Maria Chun Nielsdóttir – 150 stig
Superveteranar Óli Joensen – 139 stig Ann Thomsen – 150 stig
Ultraveteranar Josvein Herup Olsen – 150 stig Una Højsted – 100 stig

Heiðursmerkjahandan

Opin menn – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Opin menn
Opin kvinnur – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Opin kvinnur
Mansunglingar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Mansunglingar
Kvinnuunglingar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Kvinnuunglingar
Menn veteranar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Menn veteranar
Kvinnur veteranar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Kvinnur veteranar
Menn superveteranar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Menn superveteranar
Kvinnur superveteranar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Kvinnur superveteranar
Menn ultraveteranar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Menn ultraveteranar
Kvinnur ultraveteranar – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Kvinnur ultraveteranar
Dreingir – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Dreingir
Gentur – heiðursmerkjahandan í Kollafirði
Gentur

Fleiri myndir úr Kollafirði

Áðrenn startin – VK3 í Kollafirði
Áðrenn startin
Áðrenn startin – VK3 í Kollafirði
Áðrenn startin
Rinda møðina – VK3 í Kollafirði
Rinda møðina
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta
Hugnaløta – VK3 í Kollafirði
Hugnaløta

Myndir: Bragdið

Næsta umfar á Toftum

Fjórða umfar av MBM Vetrarkappingini verður Runt Agnið á Toftum leygardagin 16. januar, har Roysnið skipar fyri.

Áðrenn tað er Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon á Skála leygardagin 2. januar, sum Roysnið eisini skipar fyri.

Øll úrslitini frá kappingini í Kollafirði, samlaða støðan í Vetrarkappingini og upptøka frá kappingini eru at finna á athletics.fo.

Rennarar á leiðini í Vetrarkappingini MBM2026–27 Vetrarkappingin 3 kappingar loknar Støðan og úrslit → Upptøka · VK3 Kollafjørður
MennKvinnur
Opin Rógvi Kárason144 Elia Mouritsen142
Unglingar Ísak Kolden150 Elia Mouritsen150
Veteranar Lau Jensen139 Maria Chun Nielsdóttir150
Superveteranar Óli Joensen139 Ann Thomsen150
Ultraveteranar Josvein Herup Olsen150 Una Højsted100
Næsta kapping VK4 · Runt Agnið 16. januar 2027 · 55 dagar eftir Skráset 0 tilmeldað

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar