Frælsur Ítróttur Føroya hevur gjørt eina nýggja úrvalsætlan, sum skal skapa greiðari karmar og betri menningarmøguleikar fyri føroyskar íðkarar, ið vilja røkka langt innan frælsan ítrótt.
Endamálið við ætlanini er at stuðla teimum íðkarum, sum vísa vilja, evni og hugsavnan, samstundis við at tryggja eina greiða og rættvísa mannagongd fyri upptøku í skipanini og stuðul úr henni.
Úrvalsætlanin fevnir um fleiri stig, soleiðis at stuðulin kann lagast til aldur, støði, úrslit og menningarleið hjá tí einstaka íðkaranum. Dentur verður lagdur á heildina kring íðkaran – millum annað venjing, kappingar, menning, samstarv við venjara, stutttíðar- og lantíðar mál.
Stuðul til kappingar
Sum partur av nýggju ætlanini kunnu íðkarar søkja um stuðul til góðkendar kappingar.
Stuðulin verður veittur eftir galdandi treytum og innan fyri fíggjarligu karmarnar hjá FÍF. Umsóknir verða mettar við atliti til støði, endamáli og týdninginum, sum kappingin hevur fyri menningina hjá íðkaranum.
Ein greið leið fram á ítróttarligu leiðini
Við nýggju úrvalsætlanini ynskir FÍF at gera tað greiðari hjá íðkarum og venjarum:
-hvør kann gerast partur av úrvalsarbeiðinum
-hvørji krøv og væntanir verða sett
-hvørjir møguleikar eru fyri stuðli
-hvussu søkt verður um upptøku og fíggjarligan stuðul
-hvussu íðkarar kunnu mennast víðari í skipanini
Ætlanin skal ikki bert stuðla teimum, sum longu hava rokkið høgum úrslitum. Hon skal eisini hjálpa evnaríkum og miðvísum íðkarum at taka næstu stigini, samstundis sum vit royna at skapa eitt sterkari og meira samanhangandi menningarumhvørvi í føroyskum frælsum ítrótti.
Felags ábyrgd og miðvís menning
Góð úrslit síggjast ígjøgnum miðvíst arbeiði yvir tíð. Tí byggir úrvalsætlanin á samstarv millum íðkara, venjara, lokalfeløg, FÍF og ÍSF.
Íðkarar, sum verða partur av ætlanini, skulu vera sinnaðir at arbeiða miðvíst, fylgja eini hóskandi venjingarætlan og umboða føroyskan frælsan ítrótt á ein ábyrgdarfullan hátt.
Vit vóna, at nýggja úrvalsætlanin verður eitt týðandi stig í arbeiðinum at menna føroyskan frælsan ítrótt og geva okkara íðkarum bestu møguligu fortreytirnar fyri at røkka sínum málum.
Les alla úrvalsætlanina, treytirnar og kunningina um umsókn her.

