Frælsur Ítróttur Føroya 06.09.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Kapping á breyt

Stórir dagar fyri frælsan ítrótt

Hóast kappingarárið innan frælsan ítrótt og renning sum so er við at enda, so er greitt, at hetta er heilárs ítróttagrein. Okkurt tiltak er eftir enn – Treysti skipar fyri forkunnugu oyggjarenningini 26. september, og í næstum verður MBM Vetrarkappingini 2026-27 kunngjørd, og byrjar hon vanliga tíðliga í november

Fríggjadagin 4. September varð hátíðarhald á Tórsbreyt í samband við at breytin er høvuðsumvæld og uppstigað, og leygardagin 5. September vóru tvey stór tiltøk meiri ella minni í enn.

Tórsbreyt uppstigað
Íðkarar og motionistar hava gingið kykir alt summar, spentir bíðandi eftir, at Tórbreyt fór at vera tøk aftur. Fleiri stórar broytingar eru gjørdar á Tórsbreyt í summar – í samband við Oyggjaleikirnar 2027 – men eisini fyri at uppstiga breytina, so hon kann hýsa størri kappingum.

Tað eru 18 ár síðan, at fyrstu fetini vórðu tikin á Tórsbreyt, og hon hevur í nógv ár verið ein týdningarmikil karmur um frælsan ítrótt í Føroyum, sum hevur ment seg nógv seinastu mongu árini. Hóast breytin hevur verið góð, so hevur í rúma tíð verið tørvur á at gera ábøtir og fáa betri umstøður. Í sambandi við fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar 2027 varð eisini staðfest, at Tórsbreyt hevði tørv á ábøtum fyri at lúka neyðugu kappingarkrøvini. Tí varð ferð sett á at fáa gongd á arbeiðið at dagføra og umvæla breytina.

Ein sjónlig broyting er, at breytin er víðkað og umvæld, so hon nú hevur átta geilar til 100 metra renning. Eisini er stangarlop komið afturat. Hetta hevur við sær, at breytin nú kann góðkennast til fleiri altjóða kappingar. Eisini eru nú fleiri lopgravir enn áður.

Umboð fyri Tórshavnar kommunu, Frælsan Ítrótt Føroya og Bragdið og Hvirluna

MBM Stórkapping 3
Á Tórsbreyt vóru 140 startir í MBM Stórkapping 3 á nýumvældu Tórsbreyt. Hetta var triðja og seinasta stórkapping í ár, hesar kappingarnar geva serliga børnum og ungum møguleika at royna seg í frælsum ítrótti, bæði innan kast, lop og renning á sprintteinum og miðteinum. Eftir kappingina vórðu heiðursmerki og steyp handaði.

Úrslitini frá stórkapping 3 eru at finna her.

Og endaliga støðan í MBM Stórkappingini 2026 er at finna her.

Sí eisini myndir frá kappingini her á heimasíðuni hjá Hvirluni.

Føroya vakrasta og MBM 6 hálvmarathon í 2026

Hesi runnu 6 hálvmarathon í 2026

Í Gásadali luttóku heili 443 fólk í Føroya Vakrasta Hálvmarathon. Fleiri av hesum runnu sítt 6 hálvmarathon í Føroyum í 2026. Tey fingu harvið eisini eitt serligt heiðursmerki fyri at hava gjøgnumført serligu avbjóðingina: MBM 6 hálvmarathon í 2026.

Savnið av heiðursmerkjum fyri 6 hálvmarathon í 2026 (mynd Debes Danielsen á Facebook)
Súni Kristiansen, sum gerst 70 ár fyrsta dagin, var við í øllum 6 hálvmarathon kappingunum í ár.

Sí úrslitini frá Føroya Vakrasta Hálvmarathon her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar