Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Landsliðshópurin á venjingarlegu í suðurspania

Leygarkvøldið kom landsliðshópurin heim aftur av venjingarlegu í Albir í suðurspania, sum er tann fyrsta av sínum slagi, sum FíF hevur staðið fyri. Venjing undir heitari himmali, hevur verið eitt ynski hjá íðkarunum og hjá FíF í nógv ár. Heimafturkomin situr eftir, at hetta gera vit aftur.

At verða á eini venjingarlegu í sær sjálvum, er sera mennandi fyri einstaka íðkaran og eru orsøkirnar til tað nógvar.
Tó kann trekkjast fram, at íðkarin í tíðarskeiðinum tá venjingarlegan er, hevur nógv betri møgulleika at hugsavna seg um sín ítrótt og sína serstøku grein/ar, uttan ávirkan av skúla, arbeiði og tí sum annars fyllir gerandisdagin heima. Og ein stórur fyrimunur á eini venjingarlegu sunnanfyri er, at kropparnir eru væl hitaðir ígjøgnum og tí í nógv betri standi til at gjøgnumføra einstøku venjingarnar. Serliga er tað teknisku venjingarnar, ið eru truplar at gjøgnumføra um vetrarnar her heima og oftani eisini trupult vár, summar og heyst.
Orsøkin til, at vit valdu at fara júst nú var, at hetta er eitt boost av venjingarforminum og sera góð fyrireiking til summarkappingarnar, ið fara at byrja í maj.
Og so er sosiali vinkulin sjálvsagt ein stórur partur av eini slíkar ferð.

2 dagligar venjingar vóru lagdar tilrættis. Ein fyrrapart og ein seinnapart. Mikudagurin var so eitt slag av frídegi, har tey fyrrapartin spældu ‘beach-volley’ ímóti íðkarum úr felagnum Hvidovre AM, sum eisini vóru venjingarlegu í Albir. Og seinnapartin vóru tey eina útferð til fjallabygdina Guadalest.
Íðkararnir blivu deildir upp í høvuðsbólkar, í mun til, hvørja grein tey íðka. Kast, sprint/lop og langtein. Tað vóru tey trý – Randi Kúrberg, Rigmor N. Arge og Jógvan K. Glerfoss, ið løgdu venjingarnar tilrættis.

Tað vóru Unn og Tróndur í Sólorku, sum hjálptu okkum at skipa túrin.

 “

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar