Danska meistaraheitið í frælsum ítrótti varð hildið á Hvidovre Stadion vikuskiftið 23. og 24. august, har m.a. Maria Biskopstø luttók.
Leygardagin 23. august var 400 m á skrá, og her rann Maria Biskopstø ein sannførandi dyst. Hon kom í mál við tíðini 57,39 sek og nýtt føroykst met. Gamla metið setti hon sjálv í juni (57,66 sekund).
Dagin eftir, sunnudagin 24. august, var hon aftur í kapping – nú í 400 m rimarenning.
Í flottu renningini, tók hon metið, sum hon setti á oyggjaleikunum í juli (61,87 sek). Nýggja metið er nú 61,42 sek.
Úrslitið rakk samstundis til eitt silvurheiðursmerki.
Við hesum úrslitum hevur Maria í ár sett 3 føroysk met á 400 m og 3 føroysk met 400 m rimarenning – eitt gott kappingarár hjá Mariu, við støðugari menning.
Vit ynskja Mariu hjartaliga tillukku við teimum flottu úrslitunum!
Øll úrslitini frá DM síggjast her
