Týsdagin 12. august 2025 rann langteinarennarin, Julian Gregersen ein framúr 1500m til Trafford AC Grand Prix í Manchester í Stóra Bretlandi.
Tíðin var 3:54,36 min og var tað nóg skjótt til, at 33 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen (3:54,39), ið hevur staðið síðani 1992, nú er søga.
Fyrr í summar tók Julian eisini 32 ára gamla metið hjá Albert Marna á 5km á landavegi og gjørdi Julian eisini ein sera góðan profil á oyggjaleikunum á Orkney, har hann vann fleiri heiðursmerkir – m.a. vann hann gull saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð í liðkappingini á hálvmaratonteininum.
Samanumtikið er tað helst ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Julian tykist at verða í sínum lívs formi.
Øll úrslitini frá Trafford AC Grand Prix síggjast her.
Hjartaliga tillukku Julian. Vit gleða okkum at fylgja tær víðari.