Mikudagin 3. september verður triðja umfar av Raska Stórkappingini á Tórsbreyt.
⚠️ Seinasta freist at melda til er í morgin, sunnudagin kl. 17.00.
Vit minna á, at eingin tilmelding er á staðnum.
Tilmeldingin fer fram her.
Aftaná lokna kapping verður heiðursmerkjahandan og ábit í Kurlu, har vit eisini fáa høvi at savnast og markera endan av ársins stórkappingum.
Reglur fyri kappingina
Raska Stórkappingin er skipað eftir luttøku og úrslitum í fleiri greinum. Í hvørjum umfari kunnu íðkarar vinna stig, og samlaðu stigini avgera endaliga støðuna.
Íðkari skal hava luttikið í minst 2 umførum, fyri at gera seg galdandi í kappingini um heiðursmerkir.
Reglurnar kunnu lesast í síni heild her: Reglur fyri Raska Stórkappingina.
Úrslit eftir tvey umfør
Viðheftu uppgerðirnar vísa samlaðu stigini hjá øllum íðkarunum eftir fyrstu tvey umførini.
Samanteljingin sæst í pdf her.

👉 Minnist til at melda til í seinasta lagi sunnudagin kl. 17 – og vónandi síggja vit nógv á breytini, at stuðla íðkarunum, ið at gera tað besta tey eru ment.