269
Julian Gregersen rann fríggjadagin 22. august 2025 ein framúr góðan 5000m til The Pacers 5000 á Southwark Park Athletics Track í London.
Við tíðini 14:35,61 minuttir setti hann ikki bert persónligt met, men eisini nýtt føroyskt met á 5000 m.
Fyri 31 árum síðani, í 1994, setti Albert Marni Joensen gamla metið við tíðini 14:48,01 min í Århus.
Hetta metið hevur staðið óbroytt alt síðan – til Julian nú tók tað.
Við hesum vísir Julian, at hann er í toppformi og at hann klárar seg sera væl í sterkum kappingum.
Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum Julian og føroyska metinum.
Úrslitini til kappingina síggjast her.
