Home Kapping á breytRaska Stórkapping 3

Raska Stórkapping 3

Úrslit og uppgerð eftir 3 umfør

by Gunnvá Wardum
Frælsur Ítróttur Føroya fer at takka fyri luttøkuna til Raska Stórkappingarnar í ár 
 
Vit gleðast um at síggja, at tað er ein hópur av børnum og ungum, sum hava verið til ársins kappingar.
 
Eftir lokna kapping, vóru heiðursmerki og steyp handað 🥇🥈🥉🏆 í ár í Ítróttarhúsinum við Tórsbreyt.
Gull, silvur og bronsa til bestu 3 í øllum aldursbólkum. Og samlaðu vinnararnir av aldursbólkunum upp til 15 ár, fingu steyp handað.
 
Vit takka Raska fyri at hava stuðla okkum við FIT+ og Ítróttarkakao til heiðursmerkjahandanina ☺️😋
 
Samlaða støðan er viðheft í PDF her.
 
Øll úrslitini frá stórkapping 3 síggjast her
 
Myndir, sum Björg Svabo hevur tikið, síggjast her
 
Vit síggjast aftur til FM/FMU, sum verður 12., 13. og 14. september á Tórsbreyt. 

Related Articles